Fiskamarknaðurin lækkar gjøldini

Fiskamarknaðurin lækkar gjøldini
Inntøkurnar hjá Fiskamarknaðinum hava verið nøktandi, og endamálið hevur ongantíð verið at tjena pengar, sigur Høgni Hansen, stjóri
Lógin sigur, at 30 prosent av fiskinum, sum er fiskaður undir Føroyum og við Ísland, skal um uppboðssølu.
 
01.07.2026 - 08:29

Fiskamarknaður Føroya hevur gjørt av at lækka gjøldini hjá keypara og seljara úr 0,75 prosentum niður í 0,5 prosent.

Tað verður gjørt, tí at inntøkurnar hava verið nøktandi, sigur Høgni Hansen, stjóri á Fiskamarknaðinum.

 


Høgni Hansen. 

 

Hann sigur, at endamálið hevur ongantíð verið at tjena pengar. Í 2024 var úrslitið hjá Fiskamarknaðinum 2,5 milliónir krónur, og tøki peningurin var 28 milliónir krónur. Roknskapurin fyri 2025 er ikki tøkur enn.

Lógin sigur, at 30 prosent av fiskinum, sum er fiskaður undir Føroyum og við Ísland, skal um uppboðssølu. Hetta er galdandi fyri tosk, hýsu, longu, brosmu, havtasku og svartkalva.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

01072026_Fiskamarknadur


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650