Starvsfólkatalið í Globe Tracker fer niður í helvt

Starvsfólkatalið í Globe Tracker fer niður í helvt
Í løtuni starvast umleið 50 fólk í fyritøkuni, men í framtíðini vera bara nøkur og 20, sigur Joel undir Leitinum, stjóri
Globe Tracker hevur skrivstovur í sjey londum.
 
02.07.2026 - 10:36

Starvsfólkatalið í Globe Tracker fer niður í helvt.

Tað váttar Joel undir Leitinum, stjóri í Globe Tracker.

- Vit eru næstan 50 fólk, men í framtíðini vera nøkur og 20 fólk, sigur Joel undir Leitinum, sum tó ikki vil gera bandaða samrøðu. 

Globe Tracker hevur skrivstovur í sjey londum: Føroyum, Danmark, Íslandi, USA, Hollandi, Singapor og í Kina. 

- Tillagingar verða gjørdar í øllum støðum, sigur stjórin. Ætlanin er tó at hava skrivstovur í øllum hesum londum í framtíðini, sigur hann.

Hvussu nógv av teimum, sum fara úr starvi, arbeiða í Føroyum, vil stjórin tó ikki siga. Hann sigur tó, at øll, sum fara úr starvi, fara ikki beinanvegin, men nøkur arbeiða eina tíð aftrat.

 


Joel undir Leitinum. 

 

Arbeiða við fullari ferð

- Ymiskar verkætlanir eru lidnar, og tí er ikki tørvur á so nógvum fólkum í framtíðini, sum tað hevur verið. Fleiri av teimum avbjóðingum, vit hava havt, eru nú rættaðar. Vit hava nýggjar vørur, og vit arbeiða við fullari ferð víðari. Vit hava pengar at arbeiða við, og vit trúgva uppá tað, sigur Joel undir Leitinum.

Tryggingarfelagið Lív hevur tikið seg burturúr Globe Tracker. Felagið hevur mist 174 milliónir krónur við íløgunum í Globe Tracker.

Reiðaríið Framherji trýr tó framvegis upp á Globe Tracker, og hevur sett nýggjan pening í felagið. Hvussu nógvan pening, felagið hevur sett í, vilja hvørki stjórin ella nevndarformaðurin siga nakað um.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Mikudag 23. september
Heilsuhornið
213673
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532