Vænta 100 milliónir ferðafólk í Spania í ár

Vænta 100 milliónir ferðafólk í Spania í ár
Hetta eru meira enn tvær ferðir so nógv útlendsk ferðafólk sum íbúgvaratalið í landinum
Spania er væl umtókt ferðamannaland. Ferðafólkatalið fer væntandi aftur at seta met í ár.
Mynd: CTW News  
 
06.07.2026 - 13:56

Ferðavinnan í Spania  fer væntandi aftur at seta met í ár. 

Jordi Hereu, ráðharri í ferðavinnumálum, sigur, at væntandi fara 100 milliónir ferðafólk at koma til Spania í hesum árinum.

Tað sigur hann við tíðindastovuna Reuters.

Í fjør setti ferðavinnan í Spania eisini met við umleið 97 milliónum útlendskum ferðafólkum. 

Tað fekk nógvar spaniólar at mótmæla, serliga í Barcelona og á frítíðaroynni Mallorka. 

49 milliónir fólk búgva í Spania, men í ár er líkt til, at tvær ferðir so nógv útlendsk ferðafólk sum íbúgvar fara at vitja Spania. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776