Vilja hava grundgeving og innlit

Vilja hava grundgeving og innlit
Seks fakfeløg á almenna arbeiðsmarkaðinum gera nú vart við seg um boðini frá Jacobi Vestergaard, landstýrismanni, um Verkætlanaradeildina
 
07.07.2026 - 06:50

Seks fakfeløg á almenna arbeiðsmarkaðinum gera nú vart við seg um boðini frá Jacobi Vestergaard, landstýrismanni, um, at Verkætlanaradeildin, byggiumsitingin hjá Landsverki, skal leggjast niður skjótast gjørligt og í seinasta lagi 1. januar 2027.

Byggifrøðingafelagið og Verkfrøðingafelagið vilja hava landsstýrið at steðga tilgongdini og koma við sakligari grundgeving, ella heldur at fara undir ein opnan og fakligan dialog við hoyringarpartar í byggivinnuni.

Feløgini siga, at í samgonguskjalinum stendur, at ábyrgd fyri almennum verkætlanum skal liggja hjá tí stovni ella ráði, sum hevur játtanina á fíggjarlógini.

Hetta er ikki ein broyting, siga feløgini. Tí soleiðis er longu nú, siga tey.

Tey spyrja um grundarlagið undir avgerðini. 

Tá talan er um eina so víðfevnda bygnaðarbroyting, sum fær stóra ávirkan á almenna byggigeiran, á fakliga førleikan og á framtíðar verkætlanir hjá landinum, eigur hon at byggja á gjøgnumarbeiddar greiningar.

Hon eigur at byggja á eina opna politiska viðgerð, ikki á ógreiðar ella óskjalfestar metingar, siga Byggifrøðingafelagið og Verkfrøðingafelagið.

Álitisfólk hjá Starvsfelagnum, Akademikarafelagnum, Búskapar- og løgfrøðingafelagnum og Maskinmeistarafelagnum hava biðið um innlit í øll skjøl um fyrireiking, viðgerð, hoyring, ráðgeving og avgerð um at leggja niður Verkætlanardeildina.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609