427 vilja sleppa at lesa á Fróðskaparsetrinum

427 vilja sleppa at lesa á Fróðskaparsetrinum
345 hava søkt um bachelorpláss, 77 um masterpláss, og fimm hava søkt um útbúgvingarpláss í hjánámi
Kynsbýtið er tað sama sum í fjør. Umsøkjarnir eru 68 prosent kvinnur og 32 prosent menn.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.07.2026 - 09:48

11,5 prosent fleiri enn í fjør hava søkt um at sleppa á Fróðskaparsetrið.

427 umsóknir komu. Tær vóru 383 í fjør.

345 hava søkt um bachelorpláss, 77 um masterpláss, og fimm hava søkt um útbúgvingarpláss í hjánámi. 

427 er tó ikki størsta talið higartil. Í 2021 søktu 456 um at sleppa á Setrið.

 

Miðalaldurin farin niður um 30 ár

Miðalaldurin á umsøkjarunum er í ár farin niður um tey 30. 

Miðalaldurin var 30,2 ár í 2025. 

Kynsbýtið er tað sama sum í fjør. Umsøkjarnir eru 68 prosent kvinnur og 32 prosent menn. 

Umsøkjararnir fáa svar fríggjadagin, og skulu svara fyri 1. august, um tey taka av.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040