USA framt álop móti Iran

USA framt álop móti Iran
Fleiri iranskir býir við Hormus-sundið vórðu álopnir í nátt og Iran hevur svarð aftur við álopum á grannalond
Rakettir verða skotnar móti Iran
Mynd: U.s. Central Command/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
12.07.2026 - 11:57

Aftur í nátt leyp USA á Iran. Tað hendi um midnáttarleitið og orsøkin var, at iranar høvdu lopið á kypriotiskt bingjuskip. Ein av manningini er ikki funnin aftur og eldur kom í skipið. Øll manningin er farin av skipinum, skrivar Danmarks Radio.

Iranar høvdu stutt frammanundan boðað frá, at ávaringarskot vóru latin av móti skipinum, sum sigldi á eini leið, sum iranar ikki høvdu góðkent.

Samstundis boðaði Kollveltingarhirðan frá, at Hormus-sundið var stongt fyri allari ferðslu, og at tað ikki letur uppaftur fyrr enn USA letur vera við at blanda seg í viðurskifti í økinum. 

Iranskir myndugleikar siga, at USA hevur lopið á fleiri mál í landinum. Talan skal vera um havnabýirnar Chabahar, Bandar Abbas og Sirik umframt oynna Queshm. Øll hesi mál liggja við Hormus-sundið. 

Amerikanarar siga, at lopið var á 140 mál, har millum annað dronur og rakettir verða framleiddar.

Iranar hava í sínum lagi svarað aftur við at leypa á Sameindu Arabisku Emiratini, Katar, Jordan, Bahrain og Kuwait. Tað er tó einki sum bendir á, at málini eru rakt. Iranar siga seg tó hava oyðilagt nakrar hangarar til dronur og kommandostøðir á eini hernaðarflogstøð í Jordan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558