Bispur: Nýggj kirkja á Argjum í eygsjón

Bispur: Nýggj kirkja á Argjum í eygsjón
Fólkakirkjan hevur endaliga avgreitt málið, og nú liggur tað í Mentamálaráðnum
Fólkakirkjan hevur avgreitt málið um nýggju kirkjuna til Mentamálaráðið, men Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður, veit ikki, nær svar verður latið.
 
14.07.2026 - 13:10

- Argja kirkja er í eygsjón. 

Tað sigur Jógvan Fríðriksson, bispur. 

Fólkakirkjan hevur endaliga avgreitt málið, og nú liggur tað í Mentamálaráðnum.

Í løtuni er ivamál, um fíggingin er í lagi. Kirkjuráðið, landið og fólkakirkjan skulu gjalda hvør sín triðing av nýggju kirkjuni.

Ein partur av eginfíggingini kemur frá søluni av gomlu kirkjuni. Hon er seld til Kvinnuhúsið, sum skal yvirtaka bygningin 1. januar 2028. Og peningarnir verða ikki goldnir fyrr enn tá.

 


Kirkjan á Argjum er seld til Kvinnuhúsið, sum yvirtekur bygningin 1. januar 2028. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Næstan tvey ár at smíða

Men tað tekur eisini tíð at smíða.

Tað verður mett at taka 22 mánaðir í hesum føri. Um endaligt loyvi ikki kann latast, fyrr enn gamli bygningurin er yvirtikin, so verður eingin kirkja á Argjum í minst 22 mánaðir.

Tí hevur fólkakirkjan viðgjørt málið, við tí fyri eyga at fáa gongd á byggingina.

Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, sigur við Kringvarpið, at tilfarið er komið frá bispi. Nú bíðar hann eftir umsitingini í Mentamálaráðnum. Men hann kann ikki seta dagfesting á, nær eitt svar kann latast, ella um tað verður fyri ella eftir ólavsøku.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

14072026_Argja_kirkja

 

 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776