Ætlar at endurskapa sigið í Nýggjabergi

Ætlar at endurskapa sigið í Nýggjabergi
Jens Jákup Hansen er í ferð við at gera nýggjan bumm og stól, so til ber at síga niður aftur í Nýggjaberg
 
14.07.2026 - 08:00

- Tað var pápi sum segði mær, hvussu teir plagdu at síga niður í Nýggjaberg, men akkurat hvussu teir gjørdu, hevur altíð undra meg síðan, sigur Jens Jákup.

Sigið er eitt sindur sermerkt, tí í staði fyri at man verður loraður niður, setur ein seg í stólin og sjálvur sígur niður. Hetta hevur undrað Jens Jákup, hvussu man hevur gjørt.

- Eg haldi meg hava loyst gátuna, sigur Jens Jákup.

Hann sá ein dokumentar, tá ið teir reinsaðu stóru klokkuna í London, Big Ben. Har brúktu teir ein sermerktan knút, fyri sjálvir at kunna lora seg niður. Hesin knútur var eisini brúktur umborð á seglskipið fyrr í tíðini.

- Entá James Bond brúka sama knút, sigur Jens Jákup brosandi.

Jens Jákup hevur verið í Nýggjabergi og tikið gamal bummin og dragsa hann heim í garaguna, har hann er í ferð við at gera ein nýggja bumm, sum skal verða líka sum tann gamli.

Um viðrar verður farið í Nýggjaberg ein av døgunum í næstu viku, har ætlanin er at royna nýggja sigið í Nýggjabergi.

Hoyr samrøðuna við Jens Jákup í Summarmorgni.

a_1699-5_SITE01
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025