Trupult at steðga kirkju við Sandá

Trupult at steðga kirkju við Sandá
Tá friðingarmyndugleikar ikki leggja seg ímillum, er trupult at steðga eini verkætlan sum kirkjuni við Sandá, var ein niðurstøða í 2. parti í røðini ”Oyggjar undir trýsti”
Jón Kragesteen, form. í FNU, heldur ikki, at ein bygningur skal byggjast við Sandá
 
14.07.2026 - 14:42

Í sendingini vórðu fleiri verkætlanir nevndar sum dømi um, hvussu Tórshavnar kommuna noyðist at gera inntriv í náttúru í sambandi við útbyggingar.  

Eitt dømi var nýggja havnarlagið og grótbrotið á Glyvursnesi, eitt annað dømi var Havnarvegurin, sum sker seg ígjøgnum Hoyvíkshagan, og eitt triðja var ætlaða kirkjan við Sandá. 

Jón Kragesteen, formaður í Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag, Birita Wardum, býararkitektur, og Marius Müller, leiðari á Umhvørvisdeildini, vórðu spurd um verkætlanina við Sandá. Tey svaraðu:  

Jón Kragesteen, FNU: 

- FNU hevur ikki ávísan áhuga fyri júst hasum økinum. Tað er ikki so nógv betur enn onnur øki, sum skulu varðveitast, men vit eru øgiliga fegin um viljan til at taka stríðið upp fyri økinum. Tað snýr seg ikki um, at ein kirkja skal koma har. Har átti bara ikki at komið ein bygningur. Tað er eisini harmiligt, at býráðið ikki hevur virt, at økið eina ferð varð latið sum fríøki.  

Birita Wardum, býararktitekur: 

- Tað er gott, at borgarar virða náttúruna og gera vart við seg, og eg dugi væl at síggja, at við Sandá eru bæði klettar, lyngur og ivaleyst eisini djór, sum áttu at sloppið at verið verandi í økinum. Men tá málið verður beint til friðingarmyndugleikarnar, og teir ikki gera vart við nakað ávíst í økinum, verður trupult hjá politisku skipanini at broyta eina áður tikna avgerð.   

Marius Müller, deildarleiðari: 

- Vit hava bara tvey sovorðin økir í Havn, við Sandá og uppi í Hoydølum. Rættará er av einari ella aðrari orsøk ikki við. Hyggja vit at Sandá, so er summastaðni bygt rættiliga tætt at ánni, og tað er umráðandi, at vit varðveita tey økini, sum liggja upp at áunum. 

2. partur av ”Oyggjar undir trýsti” hoyrist her. 1. partur hoyrist her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 18. september
Breddin: Sjúk mentan í løgtinginum?
213475
Fríggjadag 18. september
RagnarRokk: Stone Statues um Nothing Is Ever Over
212904
Fríggjadag 18. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Lea Eyðbjørg
213464
Hósdag 17. september
RagnarRokk 17.september 2026
212882
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167