Ætla at byggja íbúðir, har Restorffs bryggjarí var

Ætla at byggja íbúðir, har Restorffs bryggjarí var
Týsdagin verður kunnandi fundur um serstaka byggisamtykt millum J. Paturssonargøtu og Landavegin í Havn
 
17.07.2026 - 06:50

Týsdagin verður kunnandi fundur um serstaka byggisamtykt millum J. Paturssonargøtu og Landavegin í Havn.

Fundurin verður í Posthúskjallaranum klokkan fimm.

Tórshavnar býráð hevur samtykt uppskot um at gera nýggja serstaka byggisamtykt millum J. Paturssonargøtu og Landavegin.

Uppskotið er at skipa økið við sethúsabygging, raðhúsabygging, tvíhúsabygging og íbúðarbygging umframt at loyva ítøkiliga íbúðarbygging á fýra matriklum.

Kommunan hevur fingið umsókn um loyvi at byggja íbúðir, har sum Restorff’s bryggjarí var.

Talan er um 24 ibúðir frá 28 fermetrum til 125 fermetrar.

Mótmæli ella broytingaruppskot skulu vera hjá kommununi í seinasta lagi 4. august.

Tórshavnar kommuna er farin at hava borgarafundir um ætlaðar broytingar í byggisamtyktum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815