Støðan batnað í Ceuta

Støðan batnað í Ceuta
60.000 fóru um markið úr Marokka til spanska økið Ceuta fríggjadagin, men nú eru tey flestu farin heim aftur, og støðan er ikki so spent longur
60.000 streymaðu um markið
Mynd: Abdel Majid Bziouat/AFP/Ritzau Scanpix  
 
02.08.2026 - 10:50

Viðurskiftini í spanska økinum Ceuta, sum liggur í Norðurafrika við markið til Marokko, eru vorðin meira friðarlig aftur, eftir at eini 60.000 fólk fóru um markið úr Marokko fríggjadagin.

Meginparturin av fólkunum eru farin heim aftur, tí tað var vónleyst at sleppa víðari, og tey fingu hvørki vátt ella turt. Matstovur og onnur støð eru so smátt við at lata upp aftur, skrivar Danmarks Radio.

Men hetta hevur elvt til nógvar atfinningar frá ES móti Spania, og hóttanir hava verið frammi um at tveita Spania úr Schengen-samstarvinum, tí landið ikki megnar at verja síni landamørk.

ES hevur kallað til kreppufund týsdagin um støðuna.

Spanski forsætisráðharrin, Pedro Sancheez, hevur skýrt atfinningarnar frá hinum ES-londunum fyri egoistiskar, men fer at taka lut á kreppufundinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527