Løgreglan kannar framvegis deyðsfallið í Fuglafirði

Løgreglan kannar framvegis deyðsfallið í Fuglafirði
Ein ungur maður varð í gjár funnin deyður uttan fyri eini sethús. Løgreglan er enn ikki komin til nakra niðurstøðu um, hvat er hent, ella um nakað revsivert er farið fram
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.08.2026 - 18:35

Løgreglan kannar framvegis orsøkina, hví ein ungur maður lat lív í Fuglafirði í gjár.

Maðurin varð funnin lívleysur, uttan fyri eini sethús, stutt eftir klokkan eitt seinnapartin í gjár.

- Kanningararbeiðið heldur fram. Vit gera alt fyri at lýsa so neyvt sum til ber, hvat er farið fram, sigur Kári Jacobsen, kanningarleiðari hjá løgregluni.

Avhoyringar eru gjørdar, eins og økið, har maðurin var funnin í gjár, er kannað.

Kári Jacobsen sigur seg ikki fáa sagt stórvegis um málið, áðrenn tað er liðugt kannað.

- Enn eru vit ikki komin til nakra niðurstøðu, og tí fái eg illa úttalað meg um málið. Heldur ikki, um nakað revsivert er farið fram, sigur Kári Jacobsen, kanningarleiðari hjá løgregluni.

Hann dugir í løtuni ikki at siga, nær kanningarnar eru lidnar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655