Compoundskjútti føroyameistari í recurve

Compoundskjútti føroyameistari í recurve
Hans Petur Højgaard gavst við recurve-boganum og fór at skjóta við compound fyri einum hálvum ári síðan. Kortini stillaði hann upp í FM í recurve um vikuskiftið - og vann
Hans Petur Højgaard (t.v.) vann á Bárði Magnusson í finaluni um meistaraheitið í recurve uttandura
Mynd: Bogaskjótisamband Føroya  
 
17.08.2026 - 18:49

Tá Hans Petur Højgaard fyri útvið hálvum ári síðan vann innandura-FM í recurve, kunngjørdi hann samstundis, at hann skifti til compound-bogan.

Síðan hevur recurve-bogin ligið órørdur, men kortini valdi veteranurin úr Ørvi at stilla upp til føroyameistarakappingina í recurve í Hoydølum um vikuskiftið, og handalagið var ikki versnað. Hans Petur Højgaard vann nevniliga kappingina, skrivar Bogaskjótisamband Føroya.

Hann skeyt nógv best í innleiðandi kappingini, og í finaluni vann hann 6-2 á Bárði Magnusson úr Vágskoti, sum hevði vunnið hálvfinaluna á Paula Mortensen úr Tambar, sum kappaðist um FM úti fyri fyrstu ferð.

FM-kappingin hjá recurve-monnunum varð framskundað eftir ynski frá skjúttunum. Hinir bólkarnir kappast um meistaraheitið 29. ella 30. august alt eftir, hvussu veðrið er.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860