Íslendingar ætla at gera jarn úr tvøsti

Íslendingar ætla at gera jarn úr tvøsti
Tvøstið skal vera kostískoyti hjá teimum, sum hava blóðtrot
Hvalur hevur longu fyrireikað seg til at gera jarn úr tvøsti. (Savnsmynd)
 
18.08.2026 - 08:26

Partafelagið Hvalur í Íslandi gevst at selja tvøst til Japan.

Tað skal í staðin fyri brúkast til at gera jarn sum kostískoyti til teirra, sum hava blóðtrot.

Hvalur hevur longu fyrireikað seg til at gera jarn úr tvøstinum, skrivar Visir.

Men felagið kann helst ikki selja hesa vøru til onnur lond enn Japan, Noreg og Føroyar.

Hetta eru einastu lond, sum loyva, at úrdráttir av hvali vera seldir.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. november
Vitan
216375
Týsdag 17. november
Vitan
216297
Mánadag 16. november
Norðurljóð 16.november 2026
215027
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470
Sunnudag 15. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni.
216442