Yvir 20.000 húski í Føroyum

Yvir 20.000 húski í Føroyum
Í stivliga fjórðum hvørja húski býr bara eitt fólk
Í Tórshavnar kommunu eru 8. 492 húski.
Mynd: Hagstovan  
 
19.08.2026 - 07:56

Nú eru yvir 20.000 húski í Føroyum.

Og í stívliga fjórða hvørjum húski býr bara eitt fólk.

Hetta er 28 prosent og 5.579 húski.

Vøksturin er 39 prosent síðani 2014.

Fyrsta juli vóru 20.064 húski í Føroyum. Tað er 187 fleiri enn 1. januar.

Í sama tíðarskeiði, í fyrra hálvári, eru komin 603 fólk aftrat, skrivar Hagstovan.

Í tveimum triðingum av húskjunum í Føroyum eru eingi børn.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520