Pauli feyk avstað í tíðarsúkklingini

Pauli feyk avstað í tíðarsúkklingini
Pauli Poulsen var nógv skjótastur í tíðarsúkklingini í Vágum, har fyrsti teinurin í Kring Føroyar-súkklukappingini var í gjár
Pauli Poulsen (í miðjuni) vann tíðarsúkklingina í Vágum, sum var fyrsti teinur í Leif Mohr Kring Føroyar
Mynd: SST  
 
20.08.2026 - 09:46

Pauli Poulsen var nógv skjótastur í tíðarsúkklingini í Vágum, har fyrsti teinurin í Leif Mohr Kring Føroyar varð súkklaður í gjár.

Skálamaðurin súkklaði teir 20 kilometrarnar á flata teininum úr FK í Miðvági til flogvøllin upp á 27 minuttir og 41 sekund - smáar tveir minuttir skjótari enn Bergtór Thorsteinsson (00:29:36), sum endaði á øðrum plássi.

Veteranurin Andrass Joensen (00:30:04) gjørdist nummar trý. Jónatan Gregersen vann hjá unglingum, og eingin kvinna stillaði upp til fyrsta teinin.

Í kvøld verður súkklað í Norðoyggjum. Teinurin er úr Klaksvík til Viðareiðis til Árnafjarðar, Haraldsund og aftur til Klaksvíkar.

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672