Breddin: Burðardygd í fiskivinnuni

Breddin: Burðardygd í fiskivinnuni
Politiskt kjak verður í útvarpsstovuni millum Fróða Magnussen í Fólkaflokkinum og Eirik í Jákupsstovu í Tjóðveldi
 
21.08.2026 - 09:25

Burðardygd var eitt av høvuðsevnunum á altjóða fiskivinnuráðstevnuni IIFET, sum hevur verið í Norðurlandahúsinum hesa vikuna. 

Burðardygd hevur eisini verið á breddanum seinastu mánaðirnir, tá fólk í vinnuni fóru at stúra fyri, at MSC-góðkenningin skuldi fara, tí at hon er treytað av, at fiskiskapurin verður stýrdur burðardygt. 

Og hvussu gera vit so tað? 

Fiskivinnuting var eisini á sjómannadøgunum á Klaksvík í vikuni, og har tók kjak seg upp, um vit skulu fara frá fiskidagaskipanini til kvotuskipan. 

Altso skulu vit lata rættindi at fiska í so og so nógvar dagar, ella rættindi at fiska eina ávísa nøgd

Politiskt kjak verður í útvarpsstovuni millum Fróða Magnussen í Folkaflokkinum og Eirik í Jákupsstovu.

Breddin klokkan 10.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025