Fleiri túsund hugdu at kokkakapping

Fleiri túsund hugdu at kokkakapping
- Ein slík kapping stimbrar undir áhugan fyri kokkayrkinum, sigur Lassi Havsteinsson Klein, sum vann kokkakappingina fyri ungar kokkar leygardagin
Frá vinstru: Mogens Højsted, sum bleiv nummar tvey í kokkakappingini, Lassi Havsteinsson Klein, vinnari, og Krista Kjærbo, sum bleiv nummar trý
Mynd: Gutti Winther  
 
24.08.2026 - 13:33
1828443

Eitt av spennandi tiltøkunum á Sjómannadegnum í Klaksvík leygardagin var, tá sjey ungir kokkar undir 24 ár kappaðust móti hvørjum øðrum. Tað var í kokkakappingini Arctic Young Chef, sum NORA upprunaliga tók stig til, men sum matvøruútbúgvingin á Tekniska Skúla í Klaksvík nú skipar fyri.

Tey skuldu brúka havtasku til forrættin og blálongu til høvuðsrættin og so brúka nakrar ávísar kryddurtir. Ungu kokkarnir høvdu sjálvir evnað rættin til og skuldu lata eitt yvirlit við øllum inn áðrenn kappingina. So skuldu dómararnir hyggja, um úrslitið samsvaraði við uppskrivtina.

Tá avtornaði vann Lassi Havsteinsson kappingina. Mogens Højsted var nummar tvey og Krista Kjærbo nummar trý.

- Eg eri vísur í, at ein slík kapping stimbrar undir áhugan fyri kokkayrkinum, sigur Lassi Havsteinsson Klein, vinnari. Tað væntar Rannvá Beder, dómarakokkur í kappingini, eisini og tað hava vit brúk fyri, tí vit hava ov fáar kokkar, sigur hon.

Henda kappingin er undankapping til eina finalu í Íslandi millum vinnararnar úr Føroyum, Grønlandi, Norra og Íslandi.

Andras Sigmarsson Jacobsen, leiðari fyri kokkaútbúgvingini á Tekniska Skúla í Klaksvík, sum hevði ábyrgdina av hesari kappingini, ivast ikki í, at kappingin verður aftur.

Hoyr innslagið í Summarmorgni her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Mikudag 23. september
Heilsuhornið
213673
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532