Vilja herða lógina um solariumsól

Vilja herða lógina um solariumsól
Heilsustýrið vísir á, at fleiri kanningar staðfesta, at solarium kann elva til krabbamein
Heilsustýrið heitir á Heilsu- og orkumálaráðið um at dagføra lógina um solariumsól til kosmetiskt endamál. (Savnsmynd)
 
24.08.2026 - 12:20

Heilsustýrið heitir á Heilsu- og orkumálaráðið um at dagføra lógina um solariumsól til kosmetiskt endamál. 

Noomi Oddmarsdóttir Gregersen, stjóri í Heilsustýrinum, vísir á stóra vandan av solariumnýtslu.

 


Noomi Oddmarsdóttir Gregersen.

 

Í tilmælinum hjá Heilsustýrinum verður víst á fleiri kanningar, sum staðfesta, at solariumnýtsla kann elva til krabbamein.

- UV-strálur eru krabbameinselvandi, og tá vit taka sól, er nøgdin so stór, at tað verður vandamikið. Vit vilja fegin, at boðskapurin røkkur børnum og ungum. Tekur tú sól á ungum árum, er nógv størri vandi fyri, at tú seinni í lívinum kann fáa krabbamein, sigur Noomi Oddmarsdóttir Gregersen.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

24082026_Noomi_um_solarium

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542