Eiga at asfaltera 30 kilometrar um árið

Eiga at asfaltera 30 kilometrar um árið
Landsvegirnir eiga at verða asfalteraðir 15. hvørt ár, sigur landsstýrismaðurin
Játtanin, sum nú er, 12 mió.kr., røkkur tí til seks kilometrar, og ikki til 30 kilometrar.
 
25.08.2026 - 10:31

30 kilometrar av landsvegi eiga at verða asfalteraðir um árið.

Men síðani 2023 eru 30,5 kilometrar asfalteraðir.

Talið 30 um árið kemur soleiðis, at landsvegirnir eru 480 kilometrar.

Teir eiga at verða asfalteraðir 15. hvørt ár. 

Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, í svari til Eirik í Jákupsstovu, løgtingsmann.

Hann spurdi um ymiskar vegarteinar og asfaltering. 

Landsstýrismaðurin sigur, at í miðal kostar tað tvær milliónir krónur at asfaltera ein kilometur.

Játtanin, sum nú er, 12 mió.kr., røkkur tí til seks kilometrar, og ikki til 30 kilometrar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025