- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ferðastuðulin hækkar ikki

Samgongan tekur ikki undir við uppskotinum hjá Tjóðveldi og Sjálvstýri um at hækka ferðastuðulin í ár.
Hon sigur, at hóast tað onkuntíð kann vera neyðugt at gera átøk, tá oljuprísirnir gerast óvanliga høgir, so kunnu vit ikki gera hjálparpakkar, hvørja ferð, prísirnir hækka.
Landsstýrið eigur harafturímóti at fylgja við gongdini og meta um, nær tað er neyðugt at seta átøk í verk.
Tað sigur meirilutin í fíggjarnevndini, sum hevur skrivað álit um uppskotið um at hækka ferðastuðulin.
Eitt uppskotið um ferðastuðulin skuldi eftir ætlan koma í vár.
Tað skuldi tá, saman við uppskotinum um at hækka orkuískoytið, koma í staðin fyri uppskotið hjá landsstýrinum um tíðaravmarkaða mvg frítøku á bensini og dieseli.
Øll uppskot av hesum slagnum raka ikki bara rætt, sigur meirilutin.
Hetta uppskotið kemur eisini teimum til góðar, sum hava elbil ella brúka Bygdaleiðir.
Høgi oljuprísurin rakar ikki tey.
Tann, sum koyrir 29 kilometrar um dagin við bensinbili, fær einki.
Men tann, sum koyrir 30 kilometrar í elbili, fær fimm krónur aftrat um dagin, sigur samgongan í fíggjarnevndini.
20 milliónir longur brúktar
Ruth Vang í Framsókn, sum var við í ætlanini at leggja júst hetta uppskotið fram í vár, tekur nú ikki undir við tí, tí nú eru longu brúktar 20 mió. kr. til mvg frítøku.
Hon sigur, at tað hevði verið rættari at framt uppskotið hjá Tjóðveldi og Sjálvstyri, men nú 20 mio. kr. eru brúktar, tekur hon ikki undir við uppskotinum
Meirilutin nevnir eisini tær 20 milliónirnar.
Uppskotið hjá Tjóðveldi og Sjálvstýri kostar, sambært flokkunum báðum, fimm milliónir krónur.
Onnur viðgerð og atkvøðugreiðsla vera í morgin.

























