Læri líka nógv eitt ár umborð sum 10 ár í landi

Læri líka nógv eitt ár umborð sum 10 ár í landi
Jóhanna Hendriksdóttir Olsen úr Lamba lærir nógv umborð á Logos Hope. Hon mynstrar við á Havnini og skal vera eitt ár umborð
Seks føroyingar eru við Logos Hope nú. Her eru tríggir av teimum. Á myndini eru frá vinstru: Tórður Mikkelsen, útvarpsreportari, Jákup Godtfred, skipari á Logos Hope, Jóhanna H. Olsen, goymslufólk í køkinum umborð, og Eirikur Lauritsen, maskinmeistari
Mynd: Logos Hoper  
 
28.08.2026 - 14:12

Seinnapartin í gjár kom missiónsskipið Logos Hope, sum er gamla Norrøna, á Havnina og stór móttøka var á vestaru bryggju. M.a. spældi Havnar Hornorkestur og røður vóru. Um vikuskiftið og í næstu viku hevur almenningurin so høvi at vitja umbroð og fáa skipaðan rundtúr. Teir fyrstu dagarnar í Havn og síðani í Klaksvík.

Seks føroyingar eru millum tey 300 fólkini sum nú eru við Logos Hope. Av teimum eru seks føroyingar, og í Summarmorgni í morgun var samrøða við tríggjar av teimum. Tey eru skiparin Jákup Godtfred, Eirikur Lauritsen, maskinmeistari, og Jóhanna Hendriksdóttir Olsen, sum er goymslufólk í køkinum umborð.

Jákup Godtfred, skipari, segði at tað var ein góð og serlig kensla at koma inn á Havnina seinnapartin í gjár til eina hjartaliga móttøku.

Eiriku Lauritsen, maskimeistari, sigur at høvuðsmotorarnir eru teir somu sum tá skipið var Norrøna. Teir eru yvir 50 ára gamlir, men eru væl viðlíkahildnir. Ljósmotorarnir eru nýggir.

-Hetta er fjórðu ferð eg havi verið við Logos Hope, og fyrstu ferð eg var við møtti eg konu míni, sum er úr Meksiko. Nú búgva vit í Miðvági, sigur Eirikur Lauritsen.

Hetta er aðru ferð Jóhanna Hendriksdóttir Olsen úr Lamba mynstrar við Logos Hope. Fyrru ferð var fyrst í hesum árinum, tá hon var tríggjar mánaðir við. Nú skal hon vera umborð í eitt heilt ár.

- Onkur hevur sagt, at vit læra líka nógv eitt ár umborð her, sum 10 ár á arbeiðsmarknaðinum heima og eg má geva viðkomandi rætt, sigur Jóhanna.

Tey arbeiða átta tímar fimm dagar um vikuna, og tey gjalda sjálvi eitt ávíst gjald um mánaðin fyri at vera volotørar umborð. Ein triðingur av inntøkunum hjá Logos Hope kemur frá volontørunum, ein triðingur frá Bókasøluni umborð og ein triðingur er stuðul.

- Trúgvin skapar virðini umborð og tí er tað so lætt at koma umborð og umgangast alla manningina. Her er einki privatlív og tú hevur kamar saman við øðrum, men um tú hevur brúk fyri at vera privat onkuntíð, lova fólk tær eisini tað, sigur Jóhanna Hendriksdóttir Olsen.

Her kanst tú hoyra innslagið umborð á Logos Hope, sum var í var Summarmorgni í morgun.

1829175


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244