Olaf Olsen farin

Olaf Olsen farin
Olaf Olsen var løgtingsmaður frá 1980 til 1994, og hann var landsstýrismaður í tveimum umførum
Olaf Olsen var 91 ára gamal, nú hann doyði.
 
28.08.2026 - 11:40

Olaf Olsen, fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaður, er deyður, 91 ára gamal. 

Hann var løgtingsmaður frá 1980 til 1994.

Olaf Olsen var landsstýrismaður í tveimum umførum.

Frá 1981 til 1983 var hann landsstýrismaður í fiskivinnu- og handilsmálum, og frá 1989 til 1991 umsat hann ídnaðar-, heilsu- og landbúnaðarmál.

Seinna skeiðið í landsstýrinum var hann eisini varaløgmaður. 

Olaf Olsen var skipsførari, og áðrenn hann fór upp í politikk, var hann stjóri í trolvirkinum Vónini og felagnum Beta, sum rak Kuba-trolararnar. 

Hann var seinni aftur stjóri í Vónini og Beta.

Olaf Olsen var eisini nevndarlimur í Fiskivinnuráðnum og Føroya Banka, og hann var nevndarformaður í Fiskamarknaðinum.

 


Olaf Olsen var varaløgmaður í landsstýrinum millum Fólkaflokkin, Tjóðveldisflokkin og Sambandsflokkin frá 1989 til 1991, har Jógvan Sundstein var løgmaður.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053