Útlendingur ákærdur fyri stuldur í handlum

Útlendingur ákærdur fyri stuldur í handlum
Ákæruvaldið fer at krevja, at maðurin verður vístur av landinum
Ákæruvaldið sigur, at útlendingurin hevur stolið fyri 60.000 kr. Málið kemur fyri rættin í dag.
 
01.09.2026 - 08:23

Ein útlendingur, sum hevur verið í varðhaldi í tíggju dagar, skal i Føroya rætt í dag.

Hann er ákærdur fyri stuldur.

Sambært ákæruni hevur hann stolið í nøkrum handlum í Havn og í Runavík.

Hann skal hava stolið fyri 60.000 krónur, sigur ákæruvaldið.

 

Játtar seg sekan

Tað mesta er klæði, men eisini er nakað av elektronikki.

Maðurin játtar seg sekan.

Hann kom til Føroya at arbeiða, og hevur verið her síðani í juli.

Ákæruvaldið fer at krevja, at maðurin verður útvístur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. november
Beinleiðis úr Studio 5 - Fróði Bjarnason
217100
Fríggjadag 27. november
RagnarRokk: Serena Cherry um Extinguish Thy Flame
215806
Fríggjadag 27. november
TEMAPLÁTAN 40: 'True Blue', Madonna, 1986
217072
Hósdag 26. november
RagnarRokk 26.november 2026
216439
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217111
Hósdag 26. november
PAZ
217069
Hósdag 26. november
Veðrið
217056
Mikudag 25. november
Ræning omaneggja
216929
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960