300 børn og ung á bíðilista hjá psykiatriini

300 børn og ung á bíðilista hjá psykiatriini
Bíðitíðin er tvey ár, men tey, sum krevja bráðfeingishjálp, sleppa framat alt fyri eitt
Í Barna- og ungdómspsykiatriini er torført at fáa serlæknar í fast starv, sigur landsstýriskvinnan í heilsumálum.
 
08.09.2026 - 08:22

292 børn og ung eru á bíðilistanum hjá Barna-og ungdómspsykiatriini.

Og bíðitíðin er 24 mánaðir.

Men tey, sum krevja bráðfeingishjálp, sleppa framat alt fyri eitt.

Aðrar biðitíðir eru eisini langar.

Vaksin, sum bíða eftir ADHDútgreining, kunnu vænta at skula bíða í 36 mánaðir. 

Bíðitíðin til demensútgreining er seks mánaðir. 

811 vaksin eru á ADHDbíðilistanum, 54 eru á demenslistanum og 29 vaksin biða eftir ambulantari psykiatri.

Har er biðitíðin tveir mánaðir.

 

Eyðdis svarar Sirið

Tølini eru í svarinum hjá Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinnu, til Sirið Stenberg, løgtingskvinnu, sum spurdi um bíðitíðir.

Landsstýriskvinnan sigur, at arbeitt verður við átøkum fyri at stytta bíðitíðirnar.

Eitt er at flyta viðlíkahaldsviðgerð fyri ADHD og ADD úr Sjúkrahúsverkinum til kommunulæknar. 

Psykiatriski depilin hevur sett nýggjan serlækna nú í september.

Í løtuni eru seks serlæknar í psykiatriini hjá teimum vaksnu.  

Sambært serlæknaætlanini frá 2024 skulu setast 10 serlæknar í vaksnamannapsykiatriini.

Í Barna- og ungdómspsykiatriini er torført at fáa serlæknar í fast starv, sigur landsstýriskvinnan. 

Les svarið her.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040