Enn er óvissa um súkklubreytina

Enn er óvissa um súkklubreytina
Býráðsfundurin í gjár gav einki svar
Nakrar súkklubreytir eru inni í býnum.
 
18.09.2026 - 06:41

Óvissa er enn um súkklubreytina uttan fyri Havnina.

Býráðsfundurin í gjár gav einki svar.

Heidi Lava Elgeirsdóttir skeyt upp at atkvøða um at beina málið aftur í umsitingina, og síðani í nevnd og býráð.

Seks atkvøður vóru fyri og seks ímóti.

Uppskotið fall tí.

Bergur Robert Dam Jensen í meirilutanum og limur í mentamálanevndini, har Heidi Lava Elgeirsdóttir er forkvinna, atkvøddu ímóti.

Ein blonk í meirilutanum

Heðin Mortensen, sum eisini er í meirilutanum, atkvøddi blankt.

Tróndur Sigurðsson bað um at fáa í gerðarbókina, at hann ætlar at kæra um, at býráðið valdi at taka málið upp til atkvøðugreiðslu, tá hann hevði tikið sína umbøn um støðutakan aftur.

Tróndur Sigurðsson bað um at fáa málið fyri býráðið í gjár til umrøðu og støðutakan.

27. august segði Elsa Berg, borgarstjóri, í lesarabrævi, at mentamálanevndin hjá býráðnum fór mikudagin 8. september at skjóta upp, at Tórshavnar kommuna saman við fjallasúkklarum og sersambandinum fyri súkkling og triathlon fer at endurskoða ætlanina um fjallasúkklubreyt við Vesturvarða og kanna, hvørjir aðrir møguleikar eru.

Elsa Berg sigur, at meiriluti er ikki longur í býráðnum fyri súkklubreytini við Vesturvarða.

Men málið var ikki viðgjørt á fundinum hjá mentamálanevndini. Tað var útsett.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891