Ferðsluvanlukka kravt mannalív

Ferðsluvanlukka kravt mannalív
Ein 14 ára gamal tannáringur hevur latið lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík seinnapartin
 
18.09.2026 - 18:40

Vaktleiðarin á politistøðini í Havn hevur enn ikki nógvar upplýsingar um ferðsluvanlukkuna í Klaksvík seinnapartin, ið kostaði einum 14 ára gomlum tannáringi lívið.

Vanlukkan hendi, tá ein motorsúkkla fór út av vegnum við tyrlupallin í Klaksvík. Enn fær løgreglan ikki upplýst, um fleiri fólk vóru við í vanlukkuni, ella tannáringurin sjálvur koyrdi motorsúkkluna. Tey avvarandi hava fingið boðini.

Løgreglan fekk fráboðanina klokkan 16:22 seinnapartin.

Sum nevnt fær løgreglan í løtuni ikki sagt so nógv um vanlukkuna í Klaksvík. Málið verður framvegis kannað og lýst nærri.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891