Iranski uttanríkisráðharrin á veg til USA á ST-aðalfund

Iranski uttanríkisráðharrin á veg til USA á ST-aðalfund
Hóast Araghchi er á diplomatiskari vitjan í USA, bendir lítið á, at viðurskiftini millum stríðandi partarnar batna
Abbas Araghchi er iranskur uttanríkisráðharri.
 
21.09.2026 - 11:04

Iranski uttanríkisráðharrin, Abbas Araghchi, er á veg til New York á 81. aðalfundin hjá ST.

Hóast Araghchi er á diplomatiskari vitjan í USA, bendir lítið á, at viðurskiftini millum stríðandi partarnar batna.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hótti fyri stuttum Iran og hevur sambært Fox News sagt, at "iranar mugu taka seg saman", nú hann er í ferð við at taka avgerð um "spreingja landið í luftina," sum forsetin tók til.

Araghchi skal fyrst vitja í Katar, áðrenn hann fer til USA, skriva almennir iranskir miðlar.

 

Rakar búskapin meint

Kríggið í Miðeystri hevur rakt iranska búskapin meint, síðan tað byrjaði í februar, tá USA og Ísrael lupu á. 

Bruttotjóðarúrtøkan í landinum minkaði 10,1 prosent samanborið við fyrsta ársfjórðing árið fyri. Tað vil siga tíðarskeiðið frá síðst í mars til síðst í juni, sum svarar til fyrsta ársfjórðing í Iran í persiska kalendaranum.

Tað boðaði iranski hagstovan frá í gjár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609