- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ov vátt í kirkjugarði
Ov vátt í kirkjugarði
Tórshavnar býráð hevur játtað tvær milliónir krónur til ábøtur í kirkjugarðinum við Velbastaðvegin

Kirkjugarðurin við Velbastaðvegin.
21.09.2026 - 06:51
Tórshavnar býráð hevur játtað tvær milliónir krónur til ábøtur í kirkjugarðinum við Velbastaðvegin.
Nýggjasta økið í kirkjugarðinum er sera vátt, tí vatnið ikki rennur nóg væl frá.
Tað kann tí ikki brúkast sum nú er.
Ætlanin er at bjóða arbeiðið út í innbodnari útbjóðing.
Neyðugt er at taka moldina upp aftur og í staðin koyra hóskandi samanseting í, sum ger, at vatnið kann renna frá gravarøkinum.
Nógva vatnið hevur eisini skatt gøturnar, sum tí skulu umvælast.
Økið, sum krevur umvæling, er 2.500 fermetrar.
Arbeiðið verður gjørt í stigum, - fyrsta stigið er 700 fermetrar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV






















