- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin: Grønland og verjuavtalan

Er nú friður um Grønland?
Týsdagin var nýggja verjuavtalan millum Grønland, Danmark og USA undirskrivað. Ein avtala, sum gevur USA víðkaðar karmar fyri hernaðarligt virksemi í Grønlandi, men sum samstundis staðfestir danska fullveldið og grønlendska sjálvsavgerðarrættin.
Men hvør hevur í veruleikanum fingið hvat burtur úr avtaluni?
Hevur USA fingið tað, sum USA trygdarpolitiskt vildi hava - men uttan at fáa Grønland?
Og so er spurningurin, hvat avtalan merkir fyri framtíðina hjá Grønlandi.
Tí avtalan staðfestir sjálvsavgerðarrættin hjá grønlendingum.
Men verður Grønland einaferð sjálvstøðugt, so leggur avtalan upp til, at Grønland framvegis skal vera partur av NATO og halda fram við verjuavtaluni.
Hvussu frítt stendur eitt framtíðar sjálvstøðugt Grønland í veruleikanum?
Birita í Dali, stjórnmálafrøðingur, sum hevur búð í Grønlandi í fleiri ár, og Heini í Skorini, lektari og ph.d. í altjóða politikki, vera í útvarpsstovuni.
Breddin klokkan 10.


























