Fyrsta málið hjá Áka rakk bert til javnleik

Fyrsta málið hjá Áka rakk bert til javnleik
Áki Samuelsen legði Føroyar á odda við sínum fyrsta landsliðsmáli, men tað rakk bert til javnleik í Nations League-heimadystinum ímóti Kasakstan
Áki Samuelsen hevur lagt Føroyar á odda ímóti Kasakstan, men tað endaði við javnleiki á Tórsvølli
Mynd: Leit/Finnur Justinussen  
 
26.09.2026 - 20:38

Áki Samuelsen fekk sína stóru løtu á Tórsvølli, tá hann legði Føroyar framum ímóti Kasakstan við sínum fyrsta landsliðsmálið, men tað rakk til endans bert til súran javnleik í Nations League-regninum.

Tí kasakar sluppu ov lætt framat at javna við hornasparki, og hóast føroyingar fingu stórar kjansir eftir steðgin, eydnaðist ikki at fáa bóltin í málið hjá útiliðnum.

 

Áki fekk sítt fyrsta mál

Tað sást annars longu frá byrjan, at føroyingarnir høvdu fingið rætta beinið úr songini.

Kasakar høvdu bóltin, men hvørja ferð teir hvítu vunnu hann, gjørdist tað vandamikið. Fyrst skallaði Petur Knudsen horna beint framvið, har bæði Andrias Edmundsson og Odmar Færø vóru nær við at røkka, og beint eftir skeyt Hanus Sørensen framvið handara horninum, tá eitt gott innlegg varð skallað útfrá.

Ta løtuna lá eitt føroyskt mál í luftini, og tað kom eisini eftir korterið. Géza Dávid Turi fann Andrias Edmundsson, sum var komin framvið vinstru megin, og tá bólturin kom flatur inn í brotsteigin, var Áki Samuelsen til reiðar og sendi bóltin upp í horni. Fyrsta landsliðsmálið hjá bóltkringa vonginum.

 


Kasakar vildu ikki geva skarvin yvir, og føroyingar eiga at iðra seg um, at tað eydnaðist útiliðnum at fáa javnleik. (MYND: Leit/Finnur Justinussen)

 

Kasakar svara aftur

Var eitt, sum føroyingar neyvan óttaðust frammanundan, var tað, at útiliðið fór at hótta við deyðbóltunum, men tað var júst tað, sum hendi 10 minuttir eftir føroyska leiðslumálið.

Kasakstan fekk horna vinstrumegin, og heldur ódekkaður í handara økinum stóð Temirlan Yerlanov og skallaði bóltin aftur tannn vegin, sum hann kom frá, og Mattias Lamhauge rakk ikki at bjarga.

Tað kendist óneyðugt, tí føroyingar sótu á øllum. Andrias Edmundsson var óheppin, tá málverjin bjargaði skallara úr stuttari fjarstøðu, og fleiri ferð komu føroyingarnir til góðar innleggsstøður.

 

Adrian størsta kjansin

Føroyingarnir vóru eisini vandameira liðið eftir steðgin - í hvussu er eftir at kasakar eitt sindur tilvildarliga raktu stongina úr spískum. 

Géza Dávid Turi, sum spældi ein góðan dyst á miðvøllinum, fekk kjansin, tá ein bóltur kom útfrá, men Grimsby-maðurin rakti ikki bóltin nóg væl úr góðari støðu.

Adrian Justinussen slapp eisini á vøllin, og maðurin úr Horsens fekk størsta kjansin at avgera. Hann slapp afturum útiverjuna høgru megin, og tá hann kanska átti at lagt yvirum til ein leysan mann, skeyt hann í staðin úr spískum, men málverjin stórbjargaði.

Grimdarregnið kom, men kjansirnir hvurvu, og tí mugu føroysku spælararnir í flogfarið til Moldova í kvøld hálvskuffaðir við einum stigi í kuffertinum.

 

Tórsvøllur (Nations League, 1. umfar)

Føroyar - Kasakstan, 1-1 (1-1)

1-0 Áki Samuelsen, 15 min.
1-1 Temirlan Yerlanov, 26 min.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308