Nevningating um ráan harðskap, eldáseting, hóttan og rán

Nevningating um ráan harðskap, eldáseting, hóttan og rán
Ákærdu menninir nokta seg sekan
Menninir eru ákærdir fyri at sláa og sparka mannin, sum býr í húsunum, nógvar ferðir, fyri at stjala øl og cider, heilivág, pengar og gjaldskort.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
28.09.2026 - 10:11

Nevningating er í Føroya rætti í dag. 

Tveir menn - annar er 53 ár og hin 37 - eru ákærdir fyri serligan grovan og ráan harðskap, fyri at royna at seta eld á, fyri hóttan og rán.

Hetta skal vera hent í einum sethúsum í Havn tíðliga um kvøldið 18. februar.

Menninir eru ákærdir fyri at sláa og sparka mannin, sum býr í húsunum, nógvar ferðir, fyri at stjala øl og cider, heilivág, pengar og gjaldskort.

Maðurin var millum annað sligin og sparkaður í høvdið og andlitið.

Annar ákærdi maðurin hótti eisini við at drepa mannin, um hann segði politinum frá.

Menninir eru eisini ákærdir fyri at festa í seingina og í eina troyggju.

 

Roykurin eitraður

Eldurin var tó sløktur, áðrenn hann breiddi seg. 

Roykurin frá eldinum var eitraður, stendur í ákæruritinum.

Teir ákærdu hava verið varðhaldsfongslaðir síðani 19. februar.

Báðir menninir nokta seg sekar.

Tá ákæruvaldið krevur nevningating, er kravið um revsing í minsta lagi fýra ára fongsul.  

Føroya Rættur hevur sett alla vikuna av til nevningatingið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938