Miðlar á sama marknaði fáa ymsar treytir

Miðlar á sama marknaði fáa ymsar treytir
Arbeiðsgevarafelagið undrast á, at partur av miðlastuðlinum verður býttur eftir, hvar miðilin hevur høvuðssæti
Arbeiðsgevarafelagið tekur undir við, at verkætlanarstuðulin til miðlar verður strikaður. (Savnsmynd)
 
29.09.2026 - 08:07

Arbeiðsgevarafelagið undrast á, at 10 prosent av játtanini hjá løgtinginum til miðlastuðul verður býtt eftir, hvar miðilin hevur høvuðssæti. 

Staðseting sigur ikki í sjálvum sær nakað um virksemið og kann hava við sær, at miðlar, sum annars virka á sama marknaði, fara at hava ymsar treytir, sigur felagið.

Føroya arbeiðsgevarafelag tekur undir við, at verkætlanarstuðulin verður strikaður, og stuðulin í staðin verður knýttur at rakstrinum hjá miðlunum. 

Hetta styrkir miðlar, sum hava veruligan journalistikk og starvsfólk.

Sum meginregla heldur Arbeiðsgevarafelagið, at almennar stuðulsskipanir eiga at vera einfaldar, gjøgnumskygdar og byggja á javnbjóðis treytir, skrivar felagið í hoyringarsvari um uppskotið hjá landsstýrinum um miðlastuðul.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025