Íslendska kringvarpið boykottar framvegis Eurovision

Íslendska kringvarpið boykottar framvegis Eurovision
Kringvarpsstýrið sigur, at Ísland verður ikki við í sangkappingini, uttan so at Ísrael verður útihýst
Ísland boykottar framvegis Eurovision.
 
01.10.2026 - 11:20

Íslendska kringvarpsstýrið heldur fram at boykotta Eurovision-sangkappingina.

Á fundi hjá stýrinum í RÚV í gjár kom fram, at stýrið vil ikki, at Ísland verður við í sangkappingini, uttan so at Ísrael verður útihýst frá kappingini.

Diljá Ámundadóttir Zoëga, sum situr í stýrinum, legði fundarfrágreiðingina út á sína Facebook-síðu í gjárkvøldið. Har sást, at seks av níggju stýrislimum vildu biðja kringvarpsstjóran boða fyriskiparanum, EBU, frá, at Ísland ikki vil taka lut í Eurovision Song Contest í 2027, uttan so at Ísrael verður útihýst frá kappingini.

 

Írland heldur ikki við

Írland boðaði herfyri frá, at tey heldur ikki vilja vera við í kappingini.

Írland var eitt av fimm londum, sum boykottaðu kappingina í fjør. Hini vóru Spania, Niðurlond, Slovenia og so Ísland.

Í eini roynd at ganga atfinningunum á møti, hevur EBU broytt kappingina eitt sindur. Til dømis skal tað nú aftur vera ein dómsnevnd, ella jury, í hálvfinalunum.

Almenna niðurlendska kringvarpið ætlar sær at vera við í ár, men stjórin í spanska kringvarpinum, RVTE, vil hava Spania at boykotta kappingina aftur í ár.

Eurovision-sangkappingin í ár verður í býnum Burgas í Bulgaria í døgunum frá 12. til 15. mai. Hetta er fyrstu ferð, at Bulgaria er vertur fyri kappingini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Fríggjadag 30. oktober
Veðrið
215674