Broytingar í skattalógini kosta 70 milliónir

Broytingar í skattalógini kosta 70 milliónir
Frádráttur fyri limagjald til fakfeløg fer at kosta millum 30 og 40 milliónir, og størri uttanlandsfrádráttur verður mettur at kosta 10 milliónir
Kommunurnar fáa endurgoldið inntøkumiss í sambandi við broytingarnar í skattalógini.
 
02.10.2026 - 08:14

Broytingarnar í skattalógini, sum eru komnar í løgtingið, kosta slakar 70 mió. kr.

Uppskotið hjá Fíggjarmálaráðnum sigur, at broytingarnar hava fíggjarligar avleiðingar fyri land, kommunur og sosialar grunnar.

Samdøgursfrádrátturin, sum fer úr 120 krónum upp í 210 krónur, kostar landi og kommunum eina til tvær milliónir.

Men kommunurnar fáa endurgoldið inntøkumissin frá landinum.

Uttanlandsfrádrátturin, sum skal hækka, fer at kosta 10 mió. kr. hjá landi og kommunum frá 2029. Eisini her fáa kommunurnar endurgoldið inntøkumissin frá landinum.

Uttanlandsfrádrátturin verður 84.000 kr. inntøkuárið 2027. Hann er 48.000 kr. í ár.

1.000 fólk fáa hendan frádráttin.

 

Frádráttur fyri limagjald

Frádrátturin fyri limagjald til fakfelag kostar landi, kommunum og sosialum grunnum millum 30 og 40 mió. kr., tá hann er komin fult í gildi í 2028.

Frádráttur skal latast fyri í mesta lagi 2.000 kr í fakfelagsgjaldi í 2027 og 4.000 kr. frá 2028.

Og gjaldið fyri 700.000 lønarflytingar fer at kosta eina millión, tí tann, sum flytur løn, skal nú gjalda fyri flytingina.

Hvør flyting kostar millum fýra og fimm krónur.

Skattafrádrátturin fyri sosial gjøld í Norðurlondum fer at kosta almennu kassunum 16 mió. kr., sigur Fíggjarmálaráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595