Heini Vatnsdal avloysir í miðverjuni

Heini Vatnsdal avloysir í miðverjuni
Heini Vatnsdal byrjar inni fyri Andrias Edmundsson, og Áki Samuelsen kemur inni fyri Poul Kallsberg, í Nations League-dystinum ímóti Kasakstan seinnapartin
 
06.10.2026 - 13:55

Heini Vatnsdal fær plássið hjá leikbannaða Andriasi Edmundsson í Nations League-dystinum ímóti Kasakstan seinnapartin.

Poul Kallsberg byrjaði inni á vonginum ímóti Slovakia seinast, men hann má víkja hesa ferð fyri Áka Samuelsen, sum kom inn og spældi væl ímóti slovakum.

Annars er liðið hitt sama, sum seinast.

Dysturin á Astana-leikvøllinum er klokkan 15, og Kringvarpið sendir frá klokkan 14.30.

 

Føroyska byrjanaruppstillingin

Mattias Lamhauge - Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø (L.), Gunnar Vatnhamar, Heini Vantsdal, Martin Agnarsson - Áki Samuelsen, Géza Dávid Turi, Jóannes Bjartalíð, Hanus Sørensen - Petur Knudsen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672