Bjørn Kalsø: Góð tíðindi fyri Kalsoynna

Bjørn Kalsø: Góð tíðindi fyri Kalsoynna
Eitt stórt framstig, sigur ein av forsprákarunum fyri, at tunnilin verður gjørdur
Bjørn Kalsø hevur leingi verið ein av forsprákarunum fyri, at Kalsoyartunnilin verður gjørdur.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.10.2026 - 12:20

- Hetta eru góð tíðindi fyri Kalsoynna.

Tað sigur Bjørn Kalsø, sum fegnast um, at nú verða stig tikin til at fara undir at projektera Kalsoyartunnilin.

Bjørn Kalsø, sum býr á Syðradali, hevur leingi verið ein av forsprákarunum fyri, at Kalsoyartunnilin verður gjørdur.

Í tíðindunum í gjár segði Jacob Vestergaard, landstýrismaður í vinnumálum, at partafelagið Noroyðartunnilin skal fíggja og standa fyri projekteringini av Kalsoyartunnlinum. 

 


Ætlanin er, at P.f. Norðoyartunnilin skal projektera Kalsoyartunnilin. 

 

- At man nú hevur sett sær fyri, at Kalsoyartunnilin skal projekterast. er eitt stórt framstig, heldur Bjørn Kalsø. 

Ætlanin um eina nýggja kalsoyarferju verður fyribils útsett, um farið verður undir at projektera Kalsoyartunnilin.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

09102026_Bjorn_Kalso

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
Breddin: Kervi+ og fólkaskúlin
216300
Hósdag 12. november
Eitt fræ
216034
Hósdag 12. november
Hús
216070
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210