Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar

Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
Prísurin er hækkaður munandi, síðani samgongan strikaði mvg á bensini og dieseli í vár. Er ætlanin at seta nýggj tiltøk í verk, verður spurt í sendingini
Tað er framvegis dýrt at fylla tangan.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
13.10.2026 - 09:10

Tað er vorðið dýrari og dýrari at fylla sær tangan.

Bensinprísurin er farin upp á 15 krónur og 56 oyru fyri liturin, og diesel kostar16 krónur og 38 oyru fyri liturin. Og at hita sær húsini kostar nú 13.725 krónur fyri 1000 litrar av olju, keypir tú frá Effo ella Magn.

Í vár segði samgongan, at brennievni til bilar var so dýrt, at neyðugt var at strika meirvirðisgjaldið á bensini og dieseli í tríggjar mánaðir fyri at veita fólki stuðul, sum vóru illa sperd fíggjarliga.

Nú er prísurin farin enn longri upp. 

Men ætlar samgongan at gera nakað fyri at lætta um hjá føroyingum?

Politiskt orðaskifti verður í sendingini.

Helgi Abrahamsen, formaður í fíggjarnevndini, og Eirikur í Jákupsstovu, tingmaður fyri Tjóðveldi, vera í útvarpsstovuni. 

Breddin klokkan 10. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur 5.partur
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858