Liviligari hjá LGBT+ í Ungarn

Liviligari hjá LGBT+ í Ungarn
Ungarska tingið hevur samtykt lógarbroyting, og forsætisráðharrin sigur, at broytingin samsvarar við ES-reglur
Meðan Viktor Orban ráddi fyri borgum í Ungarn, hevði landið millum strangastu LGBT+ reglur í Evropa.
Mynd: AFP  
 
13.10.2026 - 11:33

Ungarska tjóðartingið hevur samtykt eina lógarbroyting, sum fer at gera tað meira liviligt hjá LGBT+ felagsskapinum í landinum.

Stjórnin hjá undanfarna forsætisráðharranum, Victor Orban, fór í 2020 undir at avtaka LGBT+ rættindi við tí grundgeving, at tað var fyri at verja børnini.

Tann lógin, sum upprunaliga var ætlað at geva harðari revsing fyri barnamisnýtslu, bleiv víðkað til eisini at fevna um eitt forboð móti at promovera samkyndleika til øll yngri enn 18 ár. Seinni bleiv hon eisini brúkt sum grundarlag fyri at banna Pride-skrúðgongum.

 

Stórur meiriluti fyri

Men Euronews skrivar, at nýggja lógarbroytinging, sum bleiv samtykt í tinginum í dag við 139 atkvøðum fyri og 51 ímóti, ger tað ikki longur ólógligt at ímynda ella promovera kynsligan ymisleika í tilfari, sum børn eisini hava atgongd til. 

Í staðin sigur lógin nú bara, at børn yngri enn 18 ár skulu verjast móti tilfari, sum kann álvarsliga órógva likamligu, sálarligu, kensluligu og moralsku menningina hjá barninum.

Victor Orban var forsætisráðharri í Ungarn í 16 ár, áðrenn hann fyrr í ár tapti valið móti Peter Magyar. Hesi 16 árini hevur Ungarn havt millum strangastu LGBT+ lógir og reglur í Evropa.

Nýggi forsætisráðharrin, Peter Magyar, sigur sambært Euronews, at lógarbroytingin ger, at LGBT+ rættindi í Ungarn nú samsvara við ES-reglur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Mikudag 14. oktober
Heilsuhornið
214742
Mikudag 14. oktober
Mono (1:4)
214735
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595