Russar bumba framvegis orkumál í Ukraina

Russar bumba framvegis orkumál í Ukraina
Amerikanski forsetin hevur sagt, at Russland og Ukraina hava játtað vápnahvíld, men ukrainski forsetin sigur, at russar halda ikki avtaluna
Ukrainski forsetin sigur, at Ukraina roynir ikki at bumba russisk orkumál, men russar halda fram at bumba ukrainsk orkumál.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
13.10.2026 - 14:51

Ukrainski forsetin, Volodomyr Zelensky, segði í gjár, at Ukraina er sinnað at halda aftur við at leypa á orkumál í Russlandi, men hann sær ikki russar gera tað sama. 

Amerikanski forsetin, Donald Trump, boðaði sunnudagin frá, at bæði Russland og Ukraina høvdu játtað at halda eina orkuvápnahvíld, og ikki hava orkuleiðingar og orkugoymslur sum bumbumál. 

Zelenskyj var staddur á trygdarráðstevnu í Warsawa í Póllandi í gjár, tá hann segði hetta við AP-tíðindastovuna.

 

Óvæntað russiskt álop

Hann segði tað vera púra óvæntað, at russar raktu eitt orkuverk nærhendis Kharkiv, umframt eina gassverksmiðju bert tímar eftir, at Trump boðaði frá orku-vápnahvíldini. 

Seinni segði ukrainski forsetin við Fox News, at ukrainski herurin hevur hildið seg aftur síðani sunnukvøldið at royna at raka russisk orkuverk. Herurin er til reiðar at halda seg frá hesum sum eitt gott fyrsta stig fram ímóti at fáa enda á krígnum, sum nú hevur vart í hálvt fimta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655