Størstu virkini fáa mest

Størstu virkini fáa mest
Tað eru tey stóru virkini, sum brúka fiskavirkisskipanina hjá ALS mest
Millum annað Bakkafrost brúkar fiskavirkisskipanina.
 
15.10.2026 - 06:47


Tað eru tey stóru virkini, sum brúka fiskavirkisskipanina hjá ALS mest.

Í fjør fingu fólk, sum arbeiða hjá Bakkafrosti, næstan tríggjar milliónir krónur úr skipanini.

Tey fingu tvær milliónir og 835.000 krónur fyri 25.754 tímar.

Næsta kemur Varðin Pelagic við sløkum 16,2 milliónum.

Síðani koma Pelagos og Faroe Origin.

Liljan Weihe, løgtingskvinna, spurdi Margit Stórá, landsstýriskvinnu, um fiskavirkisskipanina og arbeiðsgevarar.

Margit Stórá sigur, at tað hevði verið skynsamari, um fólkini, sum eru í fiskavirkisskipanini, fóru til arbeiðis har, sum veruligur tørvur er á arbeiðsmegi. 

Men hon dugir eisini væl at síggja, at fiskavirkisskipanin er avgerandi fyri, at summi fiskavirki kunnu bera seg. 

Landsstýriskvinnan sigur, at hon ætlar at tosa við ALS-stýrið um framtíðina hjá fiskavirkisskipanini.

Arbeiðsloysisstuðul

Fiskavirkisskipanin er eitt slag av arbeiðsloysisstuðli, sum fevnir um tíðarbundið arbeiðsloysi á fiskavirkjum.

Skipanin tryggjar starvsfólki arbeiðsloysisstuðul, um steðgur er í arbeiðinum á virkinum vegna vantandi feska rávøru ella líknandi umstøður.

Útgjald er hvørja viku. 

Stuðulin verður roknaður frá og við níggjunda arbeiðsloysistíma.

Tað ger, at til ber at fáa stuðul fyri í mesta lagi 32 tímar, svarandi til fýra dagar um vikuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891