Nýggja Akranes latið Smyril Line

Nýggja Akranes latið Smyril Line
Skipið verður lastað í næstu viku og setir so kós móti Evropa
Nýggju Skipanes og Akranes eru ein íløga uppá meir enn eina milliard hjá Smyril Line
Mynd: Smyril Line  
 
16.10.2026 - 13:51

Farmaskipið Akranes er í dag latið Smyril Line frá CIMC Raffles skipasmiðjuni í Yantai í Kina.

Akranes er tað seinna av teimum báðum nýggju Ro-Ro-farmaskipunum hjá Smyril Line. Skipið verður lastað í Kina í næstu viku og setir so kós móti Evropa.

Hitt nýggja skipið hjá Smyril Line, Skipanes, liggur framvegis í Hong Kong. Har hevur tað ligið, síðan tað kom eldur í maskinrúmið 2. september. Skipanes var tá júst farið av skipasmiðjuni við kós móti Føroyum, men noyddist so til Hong Kong til umvælingar.

Tær umvælingarnar verða væntandi lidnar síðst í november.

Skipanes og Akranes eru systirskip og koma bæði inn í verandi rutunet hjá Smyril Line.

Tilsamans er talan um eina íløgu hjá Smyril Line fyri meir enn eina milliard krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306