- Tíðindi, mentan og ítróttur
Illveður seinkar Norrønu
Illveður seinkar Norrønu
Norrøna skuldi koma til Havnar fyrrapartin í morgin, men kemur ikki fyrr enn mikukvøldið klokkan hálvgum tólv

Norrøna verður ikki á Havnini fyrr enn seint mikukvøldið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
26.10.2026 - 08:04
Illveðrið í Danmark tarnar Norrønu.
Hon krokar við Arendal í Suðurnoregi. Har eru góðir 12 metrar um sekundið.
Norrøna skuldi koma til Havnar fyrrapartin í morgin, men kemur ikki fyrr enn mikukvøldið klokkan hálvgum tólv.
Fráferðin til Íslands er tí eisini seinkað. Hon verður klokkan hálvgum eitt hósnáttina.
Norrøna fór úr Hirtshals beint fyri døgurða í gjár.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV






















