Kane og Putellas vunnu gullbóltin

Kane og Putellas vunnu gullbóltin
Harry Kane úr Englandi og Alexia Putellas úr Spania fóru avstað við gullbóltinum á stórari hátíð í London í gjár
Harry Kane vann fyri fyrstu ferð, meðan Alexia Putellas fór avstað við sínum triðja gullbólti
Mynd: Franck Fife/AFP/Ritzau Scanpix  
 
27.10.2026 - 09:02

Enski Harry Kane og spanska Alexia Putellas vunnu gullbóltin á stórari gallaveistlu í Palladium Theatre í London í gjár.

Hjá monnum kappaðist Bayern-framherjin serliga ímóti Kylian Mbappé úr Fraklandi og Lamine Yamal úr Spania, meðan Putellas, sum spælir í Barcelona, vann frammanfyri pólska liðfelagnum Ewu Pajor og Khadija Shaw úr Manchester City.

Lamine Yamal og Vicky López úr Spania vunnu talentprísin, og ársins málverjar vóru eisini spanskir. Har vunnu Unai Simín og Athletic Club og Cata Coll úr Barcelona. 

Ársins venjari hjá kvinnum, Pere Romeu, kom eisini úr katalónska stórfelagnum, meðan vinnarin hjá monnum gjørdist spanski landsliðsvenjarin Luis de La Fuente.

Bukayo Saka úr Arsenal fekk Sócrates-heiðurslønina fyri vælgerandi samfelagsgagnligt arbeið. Enski landsliðsvongurin hevur arbeitt saman við fleiri vælgerðarstovnum í fleiri ár - millum annað Big Shoe, sum veitir heilivág og aðra hjálp til familjur í London og aðrastaðni kring heimin. 

Tað er France Football, sum letur gullbóltin ella Ballon d'Or, sum heiðurin kallast á fronskum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Filosofiskur 9. partur
216718
Leygardag 21. november
Jambalaja - 211126
216767
Leygardag 21. november
Upp á tá - 201126
216763
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631