Thetis biður fíggjarnevndina um ikki at hækka játtan til Heilsufrøðiligu

Thetis biður fíggjarnevndina um ikki at hækka játtan til Heilsufrøðiligu
Fíggjarnevndin verður biðin um at tryggja, at kappingin um vanligar kanningar til vinnuna verður veruliga javnbjóðis
Thetis gjørdi nógvar koronukanningar.
 
28.10.2026 - 06:03

Millum tey mongu brøvini, sum fíggjarnevndin hevur fingið, har biðið verður um pengar, er eitt undantak.

Privata kanningarstovan Thetis biður fíggjarnevndina um ikki at hækka játtanina til kanningarstovurnar hjá Heilsufrøðiligu starvsstovu.

Fíggjarnevndin verður biðin um at tryggja, at kappingin um vanligar kanningar til vinnuna verður veruliga javnbjóðis.

Tað er, at kanningar, sum Heilsufrøðiliga starvsstova selir, kosta tað, sum tær kosta at gera.

Landsstýrið hevur í sínum uppskoti um fíggjarlóg fyri 2027 uppskot um at hækka nettojáttanina til kanningarstovurnar hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni úr 5,5 mió. kr. upp í 6,1 millión krónur. 

Hjá mikrobiologisku deildini eru árligu útreiðslurnar 6,05 mió. kr., men inntøkurnar eru 4,05 mió. kr.

 

Landskassin rindar munin

Landskassin rindar tí tvær milliónir krónur um árið til hesar kanningar.

Hetta eru kanningar, sum aðrar kanningarstovur eisini bjóða uttan pengar úr landskassanum, er boðskapurin í brævinum hjá Thetis.

Harumframt er Heilsufrøðiliga starvsstovan bæði myndugleiki og tænastuveitari til fyritøkur, sum stovnurin hevur eftirlit við. 

Thetis mælir til at skilja handilsliga virksemið hjá Heilsufrøðiligu starvstovu roknskaparliga frá myndugleikauppgávunum, so greitt sæst, hvørjar útreiðslur landskassin fíggjar. 

Í sambandi við fíggjarlógaruppskotið fyri 2027 leitar landsstýrið eftir sparingum. 

Her vilja vit vísa á eitt øki, har sparingar kunnu fremjast uttan at skerja tænastustigið, sigur Thetis. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891