Small States: Mia og Sanna sendu Føroyar í finaluna

Small States: Mia og Sanna sendu Føroyar í finaluna
Mia og Sanna Thorkildshøj vunnu avgerandi dystin í hálvfinaluni ímóti Luksemborg og sendu Føroyar í Small States-finaluna við 3-2 sigri samanlagt
Mia og Sanna Thorkildshøj vunnu avgerandi dystin á Luksemborg í hálvfinaluni
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
31.10.2026 - 21:19

Tvíburðasystrarnar Mia og Sanna Thorkildshøj vunnu fimta og avgerandi dystin í hálvfinaluni ímóti Luksemborg og sendu Føroyar í finaluna í Small States-kappingini. 

Fill Felten og Zoé Sinico máttu lúta fyri føoyingunum, sum vunnu í tveimum settum 15-9 og 15-12 og avgjørdu javna liðdystin, sum endaði 3-2.

Føroyar fingu góða byrjan, tá Rúni Øster og Miriam í Grótinum vunnu 2-0 á luksemborgska parinum í blandaðum tvímansleiki, men Christian Berg Petersen tapti einmansleikin í tveimum settum.

Miriam í Grótinum var aftur á vøllinum til einmansleik við kvinnum og vann 15-8, 15-12 á Dariu Demchykhina, og so var 2-1 til Føroyar.

Luksemborg javnaði aftur, tá Yannick Feltes og Jérôme Paquet vunnu 2-0 á Magnusi Dal-Christiansen og Rúna Øster, men Mia og Sanna Thorkildshøj hildu høvdið kalt og tryggjaði Føroyum finaluplássið.

Ísland, sum føroyingarnir vunnu á í bólkaspælinum, verður mótstøðuliðið í finaluni, og lagt verður upp til satt grannabrak í morgin klokkan 13.00 í høllini á Hálsi.

Ísland vann Small States-kappingina í 2024, og Føroyar hava ongantíð fyrr vunni heiðursmerki. Í morgin verður tað annaðhvørt gull ella silvur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717