Føroyar máttu lúta fyri Íslandi í finaluni

Føroyar máttu lúta fyri Íslandi í finaluni
Føroyska badmintonlandsliðið taptu 3-1 fyri sterka íslendska liðnum í finaluni í Small States-kappingini, men silvurið er samstundis besta úrslitið hjá Føroyum higartil
Rúni Øster og Miriam í Grótinum taptu tepurt í blandaðum tvímansleiki í finaluni í Small States-kappingini
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.11.2026 - 06:40

Føroyska badmintonlandsliðið mátti lúta fyri Íslandi í finaluni í Small States-kappingini, sum hevur verið í høllini á Hálsi í Havn um vikuskiftið.

Føroyar vunnu á grannunum í bólkaspælinum, men í finaluni var Ísland sterkari og avgjørdi uppá fýra dystir.

Sterkasta føroyska parið legði fyri í blandaðum tvímansleiki. Rúni Øster og Miriam í Grótinum stríddust eisini av øllum alvi, men taptu kortini 2-1. Íslendingar vunnu fyrsta setti 15-11, áðrenn føroyingarnir svaraðu aftur við 15-12 sigri í øðrum setti.

Tað eydnaðist kortini ikki at javna, tí Davíð Bjarni Björnsson og Arna Karen Jóhannsdóttir vunnu avgerandi setti 15-12. Í einmansleiki hjá monnum tapti Jafet Rasmussen 2-0 (15-11, 15-10), áðrenn Ranja Joensen minkaði um munin við tryggum 2-0 á Hrafnhildur Eddu Ingvarsdóttir.

So livdi vónin um gullið aftur, men í tvímansleiki við monnum lótu Davíð Bjarni Björnsson og Kristofer Darri Finnsson lótu ongan iva vera um, at teir vildu tryggja íslendingum gullið. Teir vunnu ikki minni enn 15-0 og 15-5 á Magnusi Dal-Christiansen og Rúna Øster og so var 3-1 og liðugt.

Føroysku spælararnir vóru vónbrotnir av avrikinum í finaluni, tí teir høvdu ætla sær gullið á heimavølli, men samstundis er silvurið besta úrslitið, sum Føroyar hava fingið í Small States-kappingini, sum var fyri triðju ferð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891