- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nations League: Jákup tekur plássið frá Emil

KÍ-liðskiparin Jákup Biskopstø er við aftur í føroyska landsliðshópinum, sum skal spæla Nations League-dystir ímóti Slovakia og Moldova í næstum.
Hann tekur plássið frá nýklækta føroyameistaranum Emil Weihe Joensen, sum var við seinast.
Ari Olsen úr Vendsyssel FF er eisini við, meðan Ási Dam úr HB er uttanfyri hesaferð. Aron Benjaminsen, sum fekk sínar fyrstu minuttir fyri Hearts sunnudagin, var við til tríggjar av fýra dystum í seinasta umfari, varðveitir sítt pláss í hópinum.
Í álopinum er Meinhard E. Olsen við hesa ferð. Hann tekur plássið hjá Jørgeni Nielsen, sum avloysti skadda Páll Klettskarð seinast. KÍ-framherjin er framvegis skaddur og verður úti í longri tíð.
Dystirnir ímóti Slovakia verða ávíkavist 13. og 16. november. Hin fyrri í Kosice og hin seinni á Tórsvølli. Føroyar eru nummar tvey í bólkinum, og málið er í minsta lagi at varðveita tað plássið, sum gevur røkkstøkk-dystir.
- Um vit skulu menna okkum sum lið, mugu vit spæla allar dystirnar ordiliga. Tað verður einki slakað í dystinum í Kosice, segði Eyðun Klakstein, sum kortini væntar, at fleiri broytingar verða gjørdar til heimadystin ímóti Moldova, sum skjótt kann gerast avgerandi.
Landsliðsvenjarin kunngjørdi eisini, at tað fólk sleppa ókeypis til landsdyst ímóti Moldova, sum verður spældur mitt í arbeiðstíð ein mánadag klokkan 15.00.
Landsliðshópurin:
Málverjar
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Mattias Heðinsson Lamhauge, Strømsgodset IF (NO)
Ari í Haraldstovu Petersen, ÍBV (ÍSL)
Verjuspælarar
Gunnar Vatnhamar, Vejle BK (DK)
Andrias Edmundsson, Hellas Verona (ITA)
Odmar Færø, KÍ
Samuel Chukwudi, SV Ried (EYS)
Arnbjørn Svensson, Víkingur
Viljormur Davidsen, NSÍ
Martin Agnarsson, Mjällby AIF (SVØ)
Jann Benjaminsen, NSÍ
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ
Ari Olsen, Vendsyssel FF (DK)
Miðvallarar
Géza Dávid Turi, Grimsby Town (ENG)
Jákup Biskopstø, KÍ
Poul Kallsberg, Hillerød (DK)
Mattias Hellisdal, Västerås SK (SVØ)
Jóannes Bjartalíð, FC Kyzylzhar (KAS)
Hanus Sørensen, NK Aluminij Kidricevo (SLO)
Áki Samuelsen, Mjällby AIF (SVØ)
Aron Benjaminsen, Hearts FC (SKO)
Framherjar
Petur Knudsen, NSÍ
Adrian Justinussen, AC Horsens
Meinhard Egilsson Olsen, NSÍ



























