Gadi Eisenkot skal skipa stjórn í Ísrael

Gadi Eisenkot skal skipa stjórn í Ísrael
Mengar hann at skipa stjórn, tekur hann við sum forsætisráðharri eftir Benjamin Netanyahu, sum er forsætisráðharrin, sum hevur sitið longst í Ísrael
 
08.11.2026 - 11:03

Ísraelski forsetin Isaac Herzog, hevur heitt á andstøðuleiðaran, Gadi Eisenkot, um at skipa nýggja stjórn í Ísrael.

Megnar hann at skipa stjórn, tekur hann við sum forsætisráðharri eftir Benjamin Netanyahu, sum er forsætisráðharrin, sum hevur sitið longst í Ísrael.

Samgongan hjá Eisenkot vann 48 sessir av 120 sessum í Knesset, og tað er ikki nóg mikið í sjálvum sær til at skipa stjórn. Blokkurin hjá Netanyahu vann 53, sum heldur ikki er nóg mikið.

Arabisku flokkarnir við ella ikki

Síðani Eisenkot varð biðin um at skipa stjórn, hevur hann helst tryggjað sær stuðul frá ultra-ortodoksum og/ella arabiskum flokkum. Men ógreitt er, um undirtøka er í samgonguni hjá honum at fáa stuðul frá arabisku flokkunum.

Isaac Herzog, forseti, sigur, at 67 limir í Knesset peika á Eisenkot sum mannin, sum skal royna at skipa stjórn, - eisini arabisku flokkarnar.

Men undir valstríðnum gjørdi Eisenkot greitt, at hann ikki vil samstarva við arabisku flokkarnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. november
Jambalaja - 211126
216767
Leygardag 21. november
Upp á tá - 201126
216763
Fríggjadag 20. november
Vikuskiftið 20 nov 2026
216752
Fríggjadag 20. november
LEITISSTEIN 20.11.2026 (Linda Andrews)
216750
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592