
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mannakor og korona - mikudagar klokkan 16.05

Tað var síðst í desember í 2019, at kovid 19-virusið varð skrásett í Wuhan í Kina.
Vit fylgdu øll við, meðan virusið spakuliga nærkaðist, og síðani rakti okkum fyrst í 2020. Síðani fingu vit víðfevnd tilmæli, og samfelagið varð latið aftur. Treytað av almennu smittutølunum varð frælsi hjá føroyingum meir ella minni skert. Avbjóðingar vóru í samfull tvey ár, meðan koronufarsóttin vardi.
Síðani vísir tað seg, at deyðatíttleikin av koronufarsóttini var sum eitt vanligt krím, bæði her hjá okkum og í øllum grannalondunum. Tilmælini um maskur og tveir metra frástøðu, sum høvdu við sær, at samfelagð varð latið aftur, eru vísindaliga ivasom - hetta er sambært læknanum Anthony Faucy, The British Medical Journal og landslæknanum, Lars Fodgaard Møller. Vit fingu heldur aldrin tann nógv umrødda hópimmunitetin, tí neyðgóðkenda Pfizer BioNTech mRNA- koppsetingin steðgaði ikki smittu.
Tað hevur nærum verið tøgn um koronufarsóttina, men í krókunum hevur tosið gingið. Um brot á mannarættindi og skert talufrælsi. Um avleiðingar á fólkaræði og á kropp og sinn av tí, sum fyrifórst í koronutíðini.
Í fýra pørtum spyrja vit, hvussu korini hjá teimum eldru, børnunum og vanligu føroyingunum vóru undir koronufarsóttini. Vit hyggja í baksepegilin við kerligari umsorgan fyri øllum føroyingum og við fólkaræði í miðdepilinum.
Fyrsti partur er í útvarpinum í dag kl. 16:05.


























